Mølin á Eiði er ein av merkiligastu fótbóltsvøllum í verðini

Fótbóltsvøllurin á Mølini á Eiði er ein av merkisverdastu fótbóltsvøllum í allari verðini.

 

Tað heldur ítróttar heimasíðan Sportskeeda, sum hevur sett ein lista upp við merkiligastu við sjey teimum merkisverdastu vøllunum í verðini.

 

Tað, sum ger vøllin á Eiði sermerktan, er, at tað er umgirt av vatni og so ivast tey ikki í, at fólk undrast, hvat tey gera, tá ið bólturin verður sparkaður út av vøllinum.

 

Well, har liggur ein maður út fyri mølini í báti og tekur bóltarnar upp so hvørt, sigur Sportskeeda.

 

Hvussu merkisverdur vøllurin á Eiði er, vísa tey við eini mynd, sum er tikin niður yvir vøllin.

 

Aðrir merkisverdir vøllir eru Aalesund Arena í Noregi, sum er sermkerkt tí tað hevur ongi setur til áskoðarar, sum ístaðin standa á bakkanum og hyggja.

 

Gospic Dolac í Croatia, sum er sermerkt, tí tað liggur ytst á einum høgum hamri og Eco-Stadium í Brazil, sum er sermerkt við tað, at als onki betong er brúkt, men bara burðardygt tilfar. Cocodrilos Park í Venezuela er sermerkt, tí har er óneyðugt við gyrðing, tí tað er umgyrt av hamrum.

 

Hinvegin er Braga Stadium í Portugal sermerkt, tí tað er høgt langt niður í lendið. Og so er tað Marina Bay í Singapore, sum er sermerkt, tí tað flýtur á sjónum.