Málið um Arctic Viking: Munurin millum at byggja upp og bróta niður

Nú um dagarnar tapti fiskimannafelagið eitt sakarmál móti reiðarínum hjá Arctic Viking

Eg var vitni í málinum sum kunnugur í sáttmálaviðurskiftum hjá fiskimonnum. At vera vitni er ein lógásett skylda, og so fylgdi eg eisini boðunum frá dómaranum at siga satt.

Men nú hevur Jan Højgaard lagt á heimasíðina hjá FF ein stubba, at eg skal hava sátt iva um sáttmálan og harvið skatt sakina hjá FF. Sum vanligt hjá honum eru tað altíð onnur, sum hava skuldina fyri, at tað ikki gongst eftir vild.

Her er aftur eitt gott høvi at lýsa arbeiðsháttin hjá mínum eftirmanni.

Sjálvur brúkti eg nógvar kreftir at varðveita arbeiðspláss hjá fiskimonnum, og tað var ikki ikki minst galdandi í sokallaðu rækjunevndini. Tað eydnaðist eisini at varðveita trý av skipunum, og eru hesi í dag millum frægastu skip til inntøku.

Eitt av hesum var Artic Viking, sum við í síni manning hevði nakrar mans úr Litava frá tíðini, tá ið skipið var útflaggað. Í avrokningini vóru hesir menn taldir í manningartalinum.

Eftirfylgjandi vísir tað seg, at hesir litavar hava gjørt avtalu við reiðaríið um ein minni part enn ásett er í sáttmálanum.

Hetta er greitt í stríð við fortreytunum fyri sáttmálan, tá hann upprunaliga var gjørdur. Tí vildi tað verið prísverdugt, um FF tók neyðug stig til at tryggja litavunum sín sáttmálaásetta part, so tað ikki gjørdist munur á hýruni hjá manningini.

 

Ikki rætt hond frá síðu fyri litavarnar

 

Men tað verður ikki gjørt. Lagt verður sak við kravi um, at litavarnir skuldu als ikki teljast við í manningina, tá býtt verður, tí teir ikki vóru mynstraðir.

Hetta er eitt krav, sum er fullkomiliga úr vón og viti. Tað kann ofta hava hent seg, at menn av eini ella aðrari orsøk ikki hava mynstrað, men fyri tað er tað ikki komið fyri í søguni, at partur ikki skal hava verið býttur til teirra. Tað avgerandi er, um menn hava verið manning á líka føti við hinar, og tað hava litavarnir verið. Tað er hetta sum liggur aftanfyri javnbýtishugtakið.

Um vit hugsað okkum til, at FF hevði fingið viðhald, og so skiparin bert mynstraði seg sjálvan, skuldi hann einsamallur havt allan partin hjá manningin + eykapartar! Tá kundi hýruprosentið lættliga farið upp um 100%. Bert hetta sigur nakað um tað “skil,” sum liggur aftanfyri hesa sak.

Endamálið við sakini var ikki at hjálpa litavunum, men at føroyska manningin skuldi fáa tann partin, sum litavarnir høvdu verið við til at forvunnið. Hetta vildi skapt enn størri mun á hýruni hjá litavum og føroyingum!

Rætturin metti hetta eisini sum ein sáttmálaspurning, sum er púra rætt. Men eftir tvinnar samráðingar eftir, at hetta mál kom fram, sæst einki til, at roynt hevur verið at loysa hendan spurning.

Heldur enn samráðingar verður roynt at seta reiðaran, sum eisini er nevndarlimur í reiðarafelagnum, í ringt orð. Sjálvt eftir at reiðaríið er fríkent verður tað lagt undir sáttmála- og lógarbrot. Hetta minnir um hevnisøku sum hjá smádreingjum, sum hava tapt eitt slagsmál.

Við fakfelagsarbeiði skal ein duga at undirbyggja síni sjónarmið, og ein skal eisini hava hava virðing fyri sínum mótparti um nakað skal koma burtur úr. Eru ósemjur verða tær avgreiddar á ein skipaðan hátt.

Takkað verið hesum sakarmáli er opnað fyri, at tað nú ber til at taka útlendingar umborð fyri lægri løn. So “væl” hevur verið arbeitt!

 

Neyðugt við trúvirði

 

Tað er óneyðugt at siga, at í sáttmála- sum í øðrum viðurskiftum er tað neyðugt at vera ein trúverdigur sáttmálapartur.

Kemur skip í flotan undir ávísum fortreytum, so má viðkomandi reiðari kunnað roknað við, at hesar ikki verða broyttar munandi, so grundarlagið fyri virkseminum verður fyribeint.

Men í fantasiverðini hjá Jan Højgaard eru øll, sum felagið hevur samskifti við, “skálkar.” Hann dugur ikki at kenna mun á fantasi og veruleika, og tí er eisini so sera lítið hald í tí, sum hann førir fram. Júst málið um Næraberg lýsir trúvirðið hjá honum.

Her varð fyrst gjørdur ein sáttmáli. Tá so sáttmálin skuldu endurnýggjast krevur Jan Højgaard ein heilt annan sáttmála enn hann, sum var grundarlagið fyri, at skipið kom í flotan við 50% hækking í hýruni. Hetta kundi lættliga hava ta avleiðing, at fiskimenn mistu enn fleiri arbeiðspláss.

Fyri at FF ikki í hesum máli skuldi missa sítt trúvirði, tók stórur meiriluti av nevndini formannin av ræði og framlongdi tann galdandi sáttmálan.

Hann ger tá tað óhoyrda sum felagsformaður alment at leggja sínar egnu nevndarlimir undir at hava bakkað fyri trýsti hjá reiðaranum fyri at seta teir í ringt ljós, hóast teirra støða var ein sjálvsøgd avleiðing av fyrri støðuni eisini hjá Jan Højgaard í hesum máli.

Áhugin hjá Jan Højgaard fyri arbeiðsplássum hjá limunum er eingin. Hetta sást eisini, tá ið hann beinleiðis stuðlaði at beina fyri størsta arbeiðsplássinum hjá limum í FF, nevniliga Norrøna, frá dag til annan. Hetta er óhoyrt av einum fakfelagsformanni.

FF setti í síni tíð partapening í Smyril-Line júst við hesum endamáli at verja arbeiðsplássini.

Tað er í hesum ljósi Jan Højgaard skal síggjast, tá ið hann setur høvd á onnur í sáttmálaviðurskiftum.