Málið lýkur ikki treytirnar í dagpeningalógini

Gurið Joensen, stjóri á Føroya Kærustovni sigur, at kærunevndin kom ta niðurstøðu at málið um familjuna Klein á Kambsdali ikki lýkur treytirnar í dagpeningalógini

- Eg kann ikki úttala meg um eitt konkret mál. Men tað er so, at tá ein persónur ikki verður mettur at lúka treytirnar í dagpeningalógini, so kann viðkomandi ikki fáa dagpengar, meðan viðkomandi er heima. Men harvið er ikki sagt, at tann persónur, ið velur at vera heima hjá sjúkum barni onki skal fáa. Tí vísa vit til forsorgarhjálpina, tá fólk ikki lúka treytirnar í dagpengingalógini, sigur Gurið Joensen í stuttari viðmerking til málið um familjuna Klein á Kambsdali.
Tað koma umleið 120 kærur í almannamálum inn um árið, og Gurið sigur, at nú er tann nýggja dagpeningalógin so nýggj, men at tey hava onkrar kærur av líknandi slagi liggjandi.
Føroya Kærustovnur tekur í móti kærum, sum koma inn og innstilla tey so kærurnar til kærunevndina, sum tekur avgerð.
Nevndin í Kærustovninum er mannað við trimum fakfólkum. Einum løgfrøðingi, einum sosialráðgeva og einum lækna.