Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, skeyt í kvøld fyrsta málið fyri landsliðið. Hetta var í 1-1-javnleikinum í venjingardystinum ímóti Lettlandi, og litríki høvuðspersónurin segði soleiðis um upplivingina eftir dystin:
- Trøðini veksa ikki inn í himmalin. Eg skuldi sjálvandi ikki blíva matchvinnari. Eg eri glaður fyri at kunna sletta hatta 0'ið útfyri landsliðsmál, men í grundini kann eg ikki brúka tað til so ræðuliga nógv. Tað hevði verið stuttligari at feiðrað tað við einum karamel og einum koppi av kaffi í kvøld, um vit vunnu 1-0, men tað gjørdu vit so ikki, segði Atli Gregersen við FSF-Varpið eftir dystin og undistrikar:
- Eg eri ikki á landsliðnum fyri at gera mál, men hetta var eitt deiligt bonus og enn eitt kapittul í reypibókini hjá mær um 10 ár.
Atli Gregersen var sum heild nøgdur við føroyska avrikið. Hann var serliga glaður fyri samanspælið, og at tað, tá ið tvær-tríggjar spælingar sótu, so vóru Føroyar frammi í góðari støðu. Hann heldur tó, at tað er pláss fyri betringum.
- Vit kunnu ikki fara út og halda, at vit kunnu hava bóltin allatíð. Vit møta liðum, sum í minsta lagi eru á støði við okkum, og tað krevur, at defensiva organisatiónin er góð. Tað hevur verið ein styrki hjá okkum, men tað haldi eg ikki tað var í dag, sigur Atli.
Føroyski liðskiparin rósti eisini nýggju leikarunum á liðnum, sum hann helt løgdu eitt gott avrik eftir seg, og hann helt eisini tað framrættaða spælið vera gott.
- Vit hava havt fokus á framrættaða spælinum, og vit hava fleiri góðar møguleikar og støður, sum eru ordiliga góðar. Tað er langtsíðani vit hava sæð eitt føroyskt landslið gera slíkar tiki-taka-kombinatiónir, sigur Atli og slær fast:
- Men tann defensiva organisatiónin má og skal vera upp á pláss, tá ið tú spælir við føroyska landsliðnum.