Kvinnuhondbóltur
Seinastu vikurnar hevur kvinnuliðið hjá Neistanum fingið hampuliga nógva ferð á. Somikið nógva, at bronsumerkini vóru í eygsjón, men skuldu hesi gerast veruleiki, var helst neyðugt við sigri á VÍF, sum vitjaði sunnudagin.
Ein ikki heilt ómøgulig uppgáva. Kanska serliga tí VÍF ikki longur hevur stórvegis at spæla fyri, nú silvurmerkini helst verða veruleiki, men tað eydnaðist so ikki Neistanum at vinna.
Svørt løta
Og orsøkin til hetta var sera einføld. Eina langa løtu miðskeiðis í dystinum snøgt sagt stongdu gestirnir hurðina. Tað hevði annars gingið javnt á fyrstu løtuna, og tá 12 minuttir vóru leiktir, stóð 4-5 á talvuni, men so steðgaði alt upp.
Neistin skoraði ikki reistina av hálvleikinum, og tá VÍF samstundis hevði strítt seg upp á 13 mál, tóktist alt avgjørt.
Men tað var tó um reppið, at Neistin kortini koppaði øllum. Við trivaligu leiðsluni í viðførinum, hildu gestirnir ivaleyst, at tær nú kundu taka sær av løttum, men hetta var um reppið at kosta teimum sigurin. Neistin hevði nevnliga als ikki givið skarvin yvir. Spakuliga togaðu tær seg inn aftur í dystin, og átta minuttir fyri leiklok var bert eitt mál á muni.
VÍF fekk tó svarað aftur við tveimum málum á rað, og tó at Neistin royndi at svara aftur, so var ikki meira eftir. VÍF fekk stigini, sum Neistin hevði ætlað sær, og ivaleyst merkir hetta, at bláa kvinnuliðið í ár noyðist at góðtaka, at talan als ikki verður um heiðursmerki.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 20-23 (4-13)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 9(3), Christina Holm 3, Lív Sørensen 3, Mildrið Jacobsen 2, Rakul Augustinussen 2, Súna Mørk 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 8(2), Jacklin Durhuus 6(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Alis Høghamar 2, Nicoleta Radu 2, Fríða Marjunardóttir 1
Brotskøst: Neistin 4, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 1, VÍF 2
Dómarar úr Tjaldur: Hartvig Joensen & Trygvi Hansen.