Tá Byggi- og býarskipanarnevndin er liðug at viðgera uppskotið um byggingina av einum flótihotellið á eystaru vág, skal tað til Havnanevndina til ummælis. Formaður har er Leivur Hansen, og hann heldur eins og borgarstjórin, at talan er um eina spennandi ætlan.
– Eg haldi ætlanin í sjálvum sær er áhugaverd. Tá tað er sagt, so mugu hyggja nærri at, hvussu ætlanin passar inn í umhvørvið, og tað er greitt, at ætlanin má lýsast út í æsir, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd, sigur Leivur Hansen.
Hann vísir á, at tað er ógvuliga umráðandi, at flótihotellið ikki kemur at nerva nakað av verandi virkseminum á havnaøkinum.