Møguligt samstarv millum GÍ og LÍF

Tá úrslitið fyriliggur, verður avgjørt, millum uppmøttu limirnar, um meiriluti er fyri at arbeiða víðari við málinum, ella um man ikki ynskir tað.

 

Verður úrslitið góðkent, fer málið aftur í nevndina, ið síðani arbeiðir víðari við málinum. Hinvegin, verður tað ikki góðtikið, fellur tað, og nevndin í arbeiðsbólkinum verður upployst.

 

- Vit eru sera áhugaðir í at fáa at vita hvat úrslitið er, ið arbeiðsbólkurin hevur at leggja fram, sigur Andrias Poulsen, formaður í GÍ.

 

Í Leirvík verður somuleiðis fundur í kvøld. Tað liggur soleiðis fyri, at tað er tann árligi aðalfundur, ið verður í kvøld, og sama mál, sum verður lagt fram í Gøtu, verður lagt fram í Leirvík.

 

Fundurin í Leirvík verður hildin í hølum felagsins, og hann byrjar kl 19:30. Málini á skránni eru sambært lógum felagsins og eittans mál er inkomið, útyvir tey vanligu, og tað er framløga av omanfyri nevnda úrsliti hjá arbeiðsbólki, ið sum áður sagt, hevur kannað fyrimunir og vansar viðvíkjandi víðkaðum samstarvi millum feløgini bæði, LÍF og GÍ.

 

Arbeiðsbólkurin

Arbeiðsbólkurin er mannaður av fýra óheftum kreftum, t.e. tveimum løgfrøðingum og tveimum vinnulívsrekandi.

Býtið er javnt millum umboðanina, tá man hugsar um upprunan hjá hesum fólkum. Hetta fyri at tryggja at nevndin er so óheft sum gjørligt.

 

- Vit eru sera spent uppá hvat úrslit, arbeiðsbólkurin hevur at bera fram, og vóna at fólk líkar teirra avrik, og gevur teimum heimild at arbeiða víðari við málinum, sigur formaðurin í LÍF, Ovi Heinesen.