Møguliga tvífalt gull til Eivør

Fyrsta fløgan hjá Eivør varð seld í hópin av eintøkum í Íslandi, men nú verður roknað við, at nýggja fløgan, Krákan, verður seld í eini 10.000 eintøkum. Hetta er tvífalt gull og fáir íslendingar megna hetta

Fyrsta fløgan hjá Eivør Pálsdóttir varð seld í 6000 eintøkum í Íslandi. 5000 eintøk gevur gull í Íslandi og fáar fløgur í Íslandi megna tað árliga.
                      Nú verður mett, at nýggja fløgan hjá Eivør, Krákan, verður seld í hópin av eintøkum og at steðgur ikki kemur í, fyrr enn eini 10.000 eintøk eru seld.
                      Jens Guð, føroyavinur og tónleikaserfrøðingur. dugir vanliga væl at meta um og hann fylgir væl við, og tá um føroyskan tónleik ræður, er hann rætti maðurin at spyrja. Og tað er hann, sum hevur gjørt metingarnar um sølugongdina .
                      Eivør hevur eftir stuttari tíð skapt sær eitt navn í Íslandi og hava Íslendingar tikið hana til sín. Tó er tað eitt bragd at selja so nógvar fløgur. Jens Guð undirstrikar, at serliga er hetta merkisvert, tí mong onnur stór nøvn hava ikki hesi sølutøl og nýggja fløgan er av slagnum, ið ein skal hoyra meira enn einaferð, áðrenn ein varnast, hvussu góð hon í veruleikanum er.
                      Krákan hevur ligið sum nummar 4 á íslendska sølulistanum farnu vikuna.