Verkfallið av
Atli Hansen heldur lítið um hetta verkfallið, sum nú er av. Hann er bersøgin og heldur, at lyklapersónarnir í hesum stríði eiga at verða skiftir út, og nýggj fólk eiga at taka um stýrisvølin.
- Lyklapersónarnir í hesum verkføllum eru sum vargur í seyðafylgi. Verður vargurin ikki tikin, ber ikki til at røkja hagan, og hann fellir í órøkt.
Hann heldur, at tað verður samráðst í "eini slíkari muru", sum hann tekur til, at partarnir tola snøgt sagt ikki hvønn annan.
- Tað eru sjálvsagt limirnir sjálvir, sum avgerða, hvør stendur á odda í teirra feløgum, men við verandi fólkum og verandi skipan eri eg sannførdur um, at hetta er ein bági fyri samfelagið. Hetta hava vit longu so mong dømir um.
Atli sigur, at samfeløgini eru vorðin alt ov komplisera til, at nakað serligt spyrst burtur slíkum verkføllum ? uttan tað vanlukkuliga, at ómetaliga stór samfelagsvirðir fara fyri bakka. Hetta tænir jú ongum endamáli.
- Tað eru fyrst og fremst tey, sum eru í verkfalli, ið verða rakt. Hesi eru ringast fyri, tí tey missa inntøku, meðan fólk annars eru til arbeiðis. Flestu kunnu "gardera" seg ímóti einum verkfalli, tí øll hava ein ella tveir frystarar í kjallaranum. Tí letur tað seg ikki gera at trýsta fólk til nakað sum helst við stongslum av ymiskum slagi.
Hann vísir á, at tað er ikki í dag, sum fyri 50-100 árum síðan, tá ið verkføllini kundu raka vanliga fólkið ógvuliga meint.
- Eg haldi tískil ikki, at tey, sum íbyrtu hetta verkfallið, vita, hvønn tað rakar. Her er eingin vinnari. Øll eru taparar. Tað einasta, sum spyrst burtur úr, er, at samfelagsvirðir verða knúst, og tað tænir heldur ikki teimum, sum eru í verkfalli. Støðan, sum verið hevur, minnir okkum á stríðið í Irak, har Bagdad fyrst verður bumbaður sundur og saman ? fyri síðan at verða bygdur uppaftur. Hetta er skilaleyst.
Atli vísir á, at undir hesum verkfallinum eru ómetaliga stór virðir farin fyri bakka, sum annars kundu verið komin til sættis.
- Teir møguleikar, vit høvdu hendan mánaðin at virka og framleiða, eru burtur og koma ikki aftur. Hetta er mist inntøka, sigur hann.
Atli dugir tískil ikki at síggja, hvat endamálið er við slíkum verkføllum.
- Øll vita, at tá ið eitt verkfall sum hetta byrjar, fær tað eisini einaferð ein enda. Spurningur er bara um tíð, til onkur troyttast.
Hann sigur, at hetta er ein avoldað skipan, sum ikki verður brúkt í øðrum siviliseraðum londum longur.
- Aðrastaðni verður tosað um tey viðurskifti, sum fáast skulu uppá pláss, í sáttmálaskeiðinum. Í Føroyum skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum at kalla altíð fram til eina striku við hóttanum um líkt og ólíkt. Teir hótta og troytta hvønn annan, til tey øll eru vorðin í ørviti. Slíkt er ein sagablott aðrastaðni, sigur Atli.
Hann vísir á, at í øðrum londum hava tey bygt upp skipanir við eitt nú høvuðsavtalum og yvirornaðum reglum. Tey hava eisini ymiskar "prosedurur" og uratkvøður, soleiðis at tað ikki bara eru nøkur fá fakfelagsfólk, sum sita og taka avgerðirnar.
- Alneyðugt er at eftirkanna verandi skipan bæði væl og virðiliga, sum við jøvnum millumbili førir okkum út í hesa ósiviliseraðu og avoldaðu støðu, sigur Atli Hansen.