Lutfallið á pensjónunum er skeivt

Stórur munur er á lutfallinum millum nýggju landsstýrispensjónina og aðrar eftirlønir. Ein lærari skal starvast í 39 ár fyri at fáa fulla pensjón á 17 túsund krónur. Ein landsstýrismaður skal starvast í átta ár fyri at fáa fulla pensjón á 22 túsund krónur. Harafturat ger nýggja skipanin mismun á landsstýrismonnum

 

Nýggja eftirlønarskipanin til landsstýrismenn er greitt besta eftirlønarskipanin í landinum.

Eftir bert átta ár í starvi sum landsstýrismaður, ert tú komin upp á hægsta eftirlønarstig, meðan fólk í øðrum góðum størvum mugu arbeiða upp í 40 ár, áðrenn tey koma upp á hægsta eftirlønarstig, ið tá kortini er lægri enn tað hjá landsstýrismonnum.


Lærari í 39 ár

Sosialurin hevur hugt at eftirlønarskipanini hjá lærarum, sum er ein av teimum heilt frægu eftirlønarskipanunum, og samanborið hana við nýggju eftirlønarskipanina fyri landsstýrisfólk.

Fyrsti stóri munurin er, at lærarin ikki hevur rætt til fulla eftirløn, fyrr enn hann hevur starvast sum lærari í 39 ár. Og av tí, at skipanin er soleiðis, at ein lærari ikki byrjar at vinna sær pensjón, fyrr enn hann er 25 ára gamal, hevur hann ikki vunnið sær rætt til fulla pensjón fyrr enn hann 64 ár.

Harafturímóti hava til dømis Høgni Hoydal og Jørgen Niclassen, sum ávikavist eru 35 og 31 ára gamlir, longu vunnið sær hálva landsstýrismannapensjón á góðar 13 túsund krónur um mánaðin, tá valskeiðið er av um eitt lítið ár. Og eru teir so hepnir, at teir sleppa at sita í landsstýrinum eitt skeið afturat, hava teir longu vunnið sær fulla eftirløn á 22 túsund krónur um mánaðin, áðrenn teir eru fyltir 40 ár.

Lærarin, sum vit nevndu oman fyri, fær 17 túsund krónur í eftirløn um mánaðin, um hann væl at merkja hevur starvast meginpartin av ævi síni sum læarari. Og tá verður eftirlønarskipanin hjá lærarum mett sum ein av teimum heilt góðu eftirlønarskipanunum.


Mismunur á landsstýrismonnum

Tað finnast nøkur dømi um landsstýrismenn, ið hava sitið í landsstýrinum í átta ár, og tí fara at fáa fulla landsstýrismannapensjón eftir nýggju landsstýrispensjónini.

Men samstundis finnast eisini dømi um landsstýrismenn, ið hava sitið í landsstýrinum enn fleiri ár, men sum kortini fáa somu pensjón, sum teir, ið hava sitið í áttað ár.

Eitt gott dømið um hetta, eru teir báðir politikararnir, ið standa til at fáa landsins hægstu pensjónir. Teir eru Atli Dam og Anfinn Kallsberg.

Tá valskeiðið er av hevur Anfinn Kallsberg sitið í átta ár í landsstýrinum, harav fýra sum løgmaður. Tí hevur hann vunnið sær rætt til at fáa hægstu løgmanspensjónina, sum er 25.916 krónur um mánaðin.

Somuleiðis stendur Atli Dam til at fáa 25.916 krónur um mánaðin. Men munurin er, at Atli Dam, fyrrverandi løgmaður, hevur sitið 16 ár í landsstýrinum.

Sostatt loysir tað seg ikki at sita ov leingi í landsstýrinum. Tí pensjónin veksur upp á toppin beinan vegin.