Lutakastið til undanumfarið til Europa League verður í dag klokkan 12. Trý føroysk lið eru við í Europa League. B36, sum vann steypakappingina, sleppur undan undanumfarinum og byrjar fyri í 1. umfari.
KÍ og NSÍ skulu spæla í undanumfarinum í Europa League. KÍ spældi millum annað í undanumfarinum í fjør, har liðið vann á Birkirkara av Malta. Bæði KÍ og NSÍ eru styrkimett og hava tí betri møguleika at spæla seg víðari.
##med2##
Jákup Ósá metir á bolt.fo, at Ballymena úr Norðurírlandi er helst sterkasta mótstøðuliðið av hasum. Av øðrum kann nevnast St Joseph's av Gibraltar. Hesum spældi B36 móti í fjør og vann samanlagt, men tað var ikki fyrr eftir brotssparkskapping. Lutakastið verður klokkan 12 í dag.
Styrkismett: La Fiorita (San Marino), Progrès (Luksemborg), Cliftonville (Norðurírland), Europa (Gibraltar), NSÍ (Føroyar), KÍ Klaksvík (Føroyar), Prishtina (Kosovo)
Ikki styrkismett: Sant Julià (Andorra), Engordany (Andorra), Tre Fiori (San Marino), Barry Town (Wales), Cardiff MU (Wales), St Joseph's (Girbaltar), Ballymena (Norðurírland)