Lupu á ísraelsku sendistovuna

Ill ungfólk lupu í dag á ísraelsku sendistovuna í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo. Tíðindastovurnar skriva, at tað eydnaðist teimum ungu at bróta ein part av tí múrinum, sum er uttan um sendistovuna. Eygnavitni siga, at egyptiskir hermenn, sum skuldu verja sendistovuna, løgdu ikki uppí.

Álopið á ísraelsku sendistovuna er ein avleiðing av tilburðinum, tá ísraelskir hermenn skutu ein egyptiskan løgreglumann, tá hermenninir jagstraðu nakrar palestinar á markinum millum Egyptaland og Ísrael. Tá kravdu mótmælisfólk í Kairo, at stjórnin skuldi senda ísraelska sendiharran til hús.

Egyptaland hevur kravt, at Ísrael skal biðja um umbering fyri, at teir ísraelsku hermenninir skutu løgreglumannin, og at hermenninir skulu revsast. Men Ísrael sigur nei.