Lupu á skip hjá Mærsk

Tað endaði við skotbardaga, tá somaliskir sjórænarar royndu at leypa á farmaskipið Maersk Texas í Oman-víkini í dag. Reiðaríið, Maersk Line, sigur, at teir vápnaðu vaktarmenninir umborð á skipinum róku sjórænararnar aftur.

Vaktarmenninir umborð á Maersk Texas skutu ávaringarskot, men sjórænararnir, sum vóru í fleiri smábátum, hildu kortini fram við at sigla ímóti skipinum. Tá so sjórænararnir fóru at skjóta eftir Maersk Texas, svaraðu vaktarmenninir eftir galdandi amerikonskum reglum, sigur Maersk Line.

Talsmaðurin hjá A.P. Møller-Mærsk í Keypmannahavn, Michael Storgaard, váttar tíðindini um álopið, og at vaktarmenninir róku álopsmenninar aftur.