Lundin skrivar lívssøgu sína

Drápsmaðurin Peter Lundin hevur skrivað eina bók um sítt lív. Bókin, sum á donskum eitur ?En morders bekendelser?, kemur seinni í hesum mánaðinum út hjá forlagnum Turbulenz. Sambært stjóranum í forlagnum, Jonas Ankersen, hevur Lundin seinasta hálva árið tosað við ein kvinnuligan rithøvund, sum hevur hjálpt honum at skrivað bókina.

 

- Tað hevur verið sagt og skrivað ein rúgva um Lundin, men hetta er hansara egni vitnisburður. Hetta gevur fólki ein møguleika at fyrihalda seg til mannin og tær brotsgerðir, hann hevur gjørt, sigur Ankersen.

 

Morðið á Mariannu Pedersen og synir hennara, sum Lundin er dømdur fyri, fyllir tó ikki nógv í bókini. Harafturímóti hevur Lundin gjørt nógv burturúr øllum teimum kvinnunum, hann hevur havt samband við.

 

Forlagið leggur áherðslu á, at Lundin sjálvur bert fær eina súmbolska løn fyri bókina.