Luktakastið til Champions League verður í dag

Champions League: Í dag klokkan 17 verður lutakastið til bólkaspælið

Liðini eru styrkismett eftir hvussu nógv ”UEFA stig” liðini hava. Undantakið er styrkisbólkur 1. Her koma verandi meistararnir, UEFA Europa League vinnararnir og meistaraliðini frá seks teimum hægst styrkimettum deildunum í Evropa. Í styrkisbólki 2,3 og 4 eru tað UEFA-stigini, ið er avgerandi fyri hvar eitt lið verður styrkismett.

 

Feløg úr úr sama landi kunnu ikki koma í bólk saman. Hartil verða feløg úr sama landi setta at spæla ymiskar dagar, tá talan er um tvey lið. Tá talan er um fýra lið úr sama landi, verður tvey og tvey feløg sett saman til hvønn dag.

 

Eitt boð kundi verið, at Real Madrid og FC Barcelona ikki spæla sama dag, og so slett ikki samstudis, tí tey hava størst hyggjaratal  í Spania. Tað verða nokk eisini nakar aðrar avmarkingarnar. Tær verða kunngjørdar undan lutakastinum í dag.

 

Styrkibólkur 1:

 

Chelsea (Ongland) 98.000 (UEFA stig)

 

Villarreal (Spania) 63.000

 

Bayern (Týskland) 134.000

 

Manchester City (Ongland) 125.000

 

Atlético de Madrid (Spania) 115.000

 

Inter Milan (Italia) 53.000

 

Sporting CP (Portugal) 45.500

 

LOSC Lille (Frakland) 14.000

 

Styrkibólkur 2:

 

Real Madrid (Spania) 127.000

 

Barcelona (Spania) 122.000

 

Juventus (Italia) 120.000

 

Manchester United (Ongland) 113.000

 

Paris Saint-Germain (Frakland) 113.000

 

Liverpool (Ongland) 101.000

 

Sevilla (Spania) 98.000

 

Borussia Dortmund (Týskland) 90.000

 

Styrkibólkur 3:

 

Porto (Portugal) 87.000

 

Ajax (Holland) 82.500

 

Shakhtar Donetsk (Ukreina) 79.000

 

Leipzig (Týskland) 66.000

 

Salzburg (Eysturríki) 59.000

 

Benfica (Portugal) 58.000

 

Atalanta (Italia) 50.500

 

Zenit (Russland) 50.000

 

Styrkibólkur 4:

 

Beşiktaş (Turkaland) 49.000

 

Dynamo Kyiv (Ukreina) 47.000

 

Club Brugge (Belgia) 35.500

 

Young Boys (Sveis) 35.000

 

AC Milan (Italia) 31.000

 

Malmö (Svøríki) 18.500

 

Wolfsburg (Týskland) 14.714

 

Sheriff Tiraspol (Moldova) 14.500