Lukkuligi løgmaðurin

– Eg eri løgmaður fyri tí lukk­u­­lig­asta fólkinum í heim­i­num!
Tað staðfesti Kaj Leo Jo­­hann­­­e­sen, tá útvarpið hjá Kring­­varp­­inum spurdi hann um við­­merking til, at kann­ing hjá Fólka­heils­u­ráð­num vísir, at bert 46 pro­sent av før­oy­ing­um hava á­lit á landsins stýri. Altso færri føroyingar hava álit á stýr­inum hjá Kaj Leo, enn ital­i­u­­fólk høvdu á stýr­i­num hjá Berl­us­coni.

Hann segði við útvarpið, at hann einki leggur í, at færri enn helmingurin av øll­­um før­oy­ing­um hava álit á hon­­um. Hann tók sum dømi, at ís­­lendska stjórn­in, sum hann be­undr­ar fyri at hava tik­­ið tung tøk, hev­ur nógv verri undirtøku.

Í Noreg, har stjórnin hevur ver­­­ið í hørð­um mótvindi, hava kort­ini 66 prosent álit á stjórn­­ini, og í Danmark, har velj­­a­r­­a­kann­ingar geva stjórn­­ini ein lús­ing fyri og ann­­an eftir, hava kortini 53 pro­­sent av fólkinum álit á stjórn­­ini.

Tað merkir, at í tildømis Nor­­eg og í Danmark, har hava velj­arar álit á eini stjórn, hóast teir velja aðrar flokk­­ar.

Men løgmaður fer kortini í fót­­­bólts­­­te­r­m­­i­­­n­o­­lo­gi­­ina og stað­­fest­ir, at tað er tað sama sum at spyrja havn­ar­fólk, um tey halda við HB ella B36.

– Og tá pol­i­tikk­urin ikki sting­­ur djypri, so er tað ó­ført, at før­­oy­ing­ar eru so lukk­u­lig­ur – og fegn­a­st um reint vatn og reina luft og at eing­in bil­­ur­­­in fram­veg­is stend­ur í tún­i­­num, tá vit vakna um morg­­un­­in...

Vit skilja væl, at løgmaður er lukku­­l­ig­ur!