? Nær fáa føroyingar ábyrgdina av eftirlitinum við flogferðsluni í føroyska luftrúminum?
Henda spurning, vil bjarni Djurholm hava Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í samferðslumálum at svara.
Bjarni Djurholm spyr eisini, hvørjar treytir á flogvallaøkinum sulu lúkast fyri at kunna átaka okkum ábyrgdina av føroyska luftrúminum og fáa intøkur burturúr. Hann vil eisini hava at vita, hvussu stórar innøtkur samfelagið kann fáa av eftirlitinum við luftrúminum, og hvørjar inntøkur samfelagið kundi fingið burtur úr at hava ein 2.200 metrar langan flogvøll - sum »trygdarbreyt« í Norðuratlantshavi.
? Fyri nøkrum árum síðani setti landsstýrið sær fyri at kanna møguleikarnar at fáa part av tí gjaldi, ið flogfør rinda, sum flúgva í føroyska loftrúminum. Eisini var ætlanin at fáa greiðu á, um føroyingar kundu átikið sær eftirlitið við sivilu flogferðsluni í føroyskum øki, sigur Bjarni Djurholm.
? Sum úrslit av hesi ætlan varð nevnd sett at kanna málið, og skrivaði nevndin frágreiðing, sum staðfesti, at møguleikar skuldu verið at fingið nakað burtur úr flogferðsluni.
Bjarni Djurholm sigur, at á okkara leiðum eru tað íslendingar, sum veita neyðugu loftferðslutænastuna fyri tey flogfør, sum flúgva í okkara luftrúmi.
? Umleið 60.000 flogfør flúgva í íslendska ábyrgdarøkinum árliga. Tey flestu fara um føroyska luftrúmið. Íslendingar fáa fast gjald fyri hvørt flogfar, sum flýgur í hesum øki. Ein av fortreytunum fyri at fáa rættin at røkja egið luftrúm er møguleikin at kunna bjóða fram ein flogvøll, sum lýkur altjóða ásett krøv um longd, breidd, o. s. fr.
Tí heldur Bjarni Djurholm, at tað er neyðugt, at vit fáa greiðu á, um føroyingar kunnu fáa inntøkur úr luftrúminum um oyggjarnar. Eisini er neyðugt at fáa staðfest, hvørjar fortreytir á flogvallaøkinum, vit skulu lúka til tess at kunna átaka okkum loftferðsluábyrgdina í egnum luftrúmi.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum boðaði í svari í juni 1995 frá, at hann arbeiddi við ætlanunum um at tryggja føroyingum part av inntøkunum fyri sivilari flúgving í føroyska luftrúminum, og at fyrireikingar vóru í gongd í málinum.
? Málið er stórt og týdningarmikið, heldur Bjarni Djurholm, sum tí setur landsstýrismanninum fyrispurning í hesum máli.