Italski álopsspælari Luca Toni kann vænta sær ein ordans umgang frá leiðsluni í FC Baryen, eftir at hann um vikuskiftið rýmdi av leikvøllinum í hálvleikinum. Luca Toni varð skiftur út í hálvleikssteðginum, og hann gjørdi ikki mætari, enn at rýma heim eftir útskiftingina. Dysturin, sum var ímóti Schalke, endaði við javnleiki 1-1.