Loyvisnevndin ger einki við tilboð

Loyvisnevndin ger einki við ítøkiliga málið, tey hava viðgjørt, um at skeinkistøð kappast við at lata tilboð til gestir sínar

– Tað stendur einki í rúsdrekkalógini um, at skeinkistøð ikki kunnu lata avsláttur á rúsdrekka, og tí fyriliggur einki revsigrundarlag, sigur Bjartur Dalsgarð, formaður í Loyvisnevndini.

Men við skeinkiloyvinum fylgja eisini treytir um, at tú sum loyvishavari millum annað skalt vísa atlit til tað fráhaldsliga og tað sosiala, og eisini tá tað kemur til løgreglu eru ávís atlit.

– Um tilboðini so hava við sær, at nýtslan av rúsdrekka veksur, umframt at áðurnevndu atlit ikki verða yvirhildin, so ber til at fara inn við lóggávu og vísa á hvar farið verður út um mark, sigur Bjartur Dalsgarð.

Í málinum, Loyvisnevndin hevur viðgjørt seinastu tíðina, ber tó ikki til at fara inn vísa á ítøkilig punkt, har farið verður út um mark.

Sostatt fara vit helst framvegis at hoyra lýsingar við tilboðum um »fimm skot fyri einans...« ella »keyp eina kalda fyri einans...«