Loysnin er ein umhvørvisvinarlig framleiðsluskipan

Hvussu koma vit veruliga úr veðurlagskreppuni? Ein kend frásøgn, ið ofta verður nýtt sum aftursvar er, at vit øll hava skyldu í veðurlagskreppuni, so vit mugu øll gera okkara part fyri at koma úr henni. Gevast við at nýta plastsúgvurør, keypa klæðir frá endurnýstluhandlum, eta minni kjøt og keypa ein Elbil.

 

Hetta er tó ein stórur skeivleiki. Nógv av teimum, ið sita við maktini, hava heilavaskað okkum til at halda, at borgarin hevur ábyrgdina av at koma úr veðurlagskreppuni. Hetta gera tey, tí tað er lættari at koyra ábyrgdina á borgaran, heldur enn at hugsa í samfelagsskipandi loysnum. Sjálvandi skulu vit gera tað, vit kunnu fyri at broyta okkara persónligu dálking. Sannleikin er tó tann, at hetta er bert ein lítil brøkpartur av dálkingini.

 

Tann mest grundleggjandi trupulleikin er framleiðslumarknaðurin. Í dag tá vit framleiða okkara gerandisvørur og orku, sum t.d. streym, mat, klæðir og hita, nýta vit orku, sum t.d kol ella olju. Hendan orkan er dálkandi, tí má broyting koma í. Vit mugu broyta framleiðslumarknaðin. Í staðin fyri at stuðla virkjum og fyritøkum, ið hava dálkandi framleiðsluhátt, eiga vit heldur at gera íløgur í grønum umvælingum. Tíðin er komin til, at vit eiga at stegða konservativa hugburðin til framleiðslu og í staðin broyta til nýmótans grønar loysnir. Samfelagið, við politikarunum á odda, skal taka ábyrgd og leiða framleiðslumarknaðin á røttu kós.

 

Eg hoyri ofta, at Føroyar ikki ger nakran mun, men samstundis hoyri eg, at vit hava eina stóra og fantastiska fiskivinnu, ið selur fisk til stórveldir, sum Amerika og Russland. Um vit hava eina so góða fiskivinnu, ið ger mun úti í heimi, ger hon eisini mun á umhvørvinum. Tí skal fiskivinnan gerast umhvørvisvinarlig.

 

Politikarar og onnur, ið sita við maktini, eru skjót at flyta fokusi og játta pening til gransking innan tøknuligar loysnir. Gransking, ið sigst at skula bjarga okkum úr veðurlagskreppuni, uttan at vit noyðast at broyta okkara framleiðsluskipan. Hetta er “gambla” við framtíðini hjá teimum ungu og okkara eftirkomarum. Og hetta skulu vit ikki finna okkum í. Hóast gransking er góð, er tað ikki nóg mikið. Vit vera noydd at broyta alla framleiðsluskipanina, soleiðis at framtíðar framleiðslur gerast 100% grønar.

 

Vit mugu minnast til, at okkara endamál er at koma úr veðurlagskreppuni, og tað gera vit einans um vit broyta til eina umhvørvisvinarliga framleiðsluskipan.

 

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen,

 

næstformaður í norðurfelagnum hjá Sosialistisk Ung