Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, væntar at málið um giktlæknan verður loyst um ársskiftið.
Karsten Hansen væntar, at um ársskiftið er trupulleikin á giktøkinum loystir.
- Vit royna at umskipa arbeiðið innan giktøkið, soleiðis at alt virksemi er innan sjúkrahúsverkið, sigur Karsten Hansen.
Loysnin, ið arbeitt verður við í løtuni, er at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá verandi giktlækna við at seta ein giktlækna afturat í starv. Hendan tilgongdin gongur væl, sigur landsstýrismaðurin.
- Vit eru í einum positivum dialogi, og vænta, at um ársskiftið ella stutt inn í komandi ár, eru viðurskiftini komin upp á pláss.
Spurdur um, hvat hendir við Pero Sore, sigur landsstýrismaðurin, at hann kann sjálvandi ikki svara fyri verandi serlæknan í giktsjúkum, men at sjúkrahúsverkið arbeiðir við tí grundstøðið, at Pero Sore heldur fram í starvinum og verður annar av teimum báðum serlæknunum í reumatologi, ið skulu starvast í føroyska heilsuverkinum.