Leygardagin 16. november frá kl. 13-17 er loppumarknaður í øllum Sirkus húsinum.
Øll eru vælkomin at selja klæðir, lutir, útgerð og annars alt tað, sum mann kundi hugsað sær.
- Eitt borð kostar 150 krónur. Er til at prutta, um tú hevur tørv á einum undantakið. Tað, sum tú fært inn annars, fer í egnan lumma.
Tekna teg við at senda facebook boð til Sirkus Föroyar, freistin er fríggjadagin 15. november, siga fyrireikararnir.
Afturvið bjóðar Sirkus kaffi og køkur fyri serprís, umframt at køkurin er opin við fullari matskrá.










