Álop við hondgranat á Christiania

Fýra fólk vórðu særd, tá onkur tveitti eina hondgranat eftir teimum á Christiania í gjárkvøldið Tey fýra ungfólkini sótu við eitt borð uttan fyri eina matstovu, tá onkur tveitti hondgranatina eftir teimum.

Øll fýra vórðu særd. Eitt teirra, ein 22 ára gamal maður, varð lagdur undir skurð í nátt, men er uttan fyri lívsvanda.

Løgreglan í Keypmannahavn kallar álopið andstyggiligt og sigur, at tað var púra av tilvild, at tað vóru júst tey fýra ungfólkini, sum sótu uttan fyri matstovuna, tá granatin bleiv tveitt tann vegin.

Enn veit løgreglan ikki, hvør tveitti hondgranatina, og tey, sum møguliga sóu gerningsmannin, vóru horvin, tá løgreglan kom á staðið, sigur DR.