- Vit skulu vera partur av tí samfelag, ið vit eru í. Tað sum fer fram runt um okkum, má onkursvegna speglast aftur í skúlanum. Vinnuliga virksemið, ið eyðkennir økið skúlin liggur í, má síggjast aftur í skúlanum. Í tí sambandi er tað upplagt við nýskapan og samstørvum við persónar og feløg uttanfyri skúlan.
Tað sigur Páll Isholm, stjóri á Miðnám á Kambsdali, í samrøðu við lestrarblaðið hjá Miðlahúsinum, um týdningin av einum góðum samanspæli millum skúla og lokalumhvørvi.
Ein liður í at lata skúlan meira upp fyri nærumhvørvinum er nýggja talgilda verksmiðjan á skúlanum, ið hevur fingið heitið FabLab, ið er ein stytting fyri Fabrication Laboratory. FabLab er eitt altjóða netverk, ið arbeiðir við nýskapan og vitanarøking, og við talgildu verksmiðjuni á Kambsdali verða Føroyar knýttar uppí hetta altjóða netverkið.
Verksmiðjan fer at vera útgjørd við nýggjastu tøkni, so sum CNC-fresara, 3D-prentara og nýggjastu forritum og amboðum, og ætlanin er at hon skal vera til hjálp og kveikan fyri næmingar, men eisini fyri borgarar í lokalumhvørvinum, ið kunna fáa gagn av altjóða netverkinum hjá FabLab.
- Visjónin handan FabLab er open source, og tað kunna vit kopiera inn í aðrar partar av skúlanum. Vit eru ein almennur stovnur, ið fólkið eigur. Tá hann ikki er fullur av næmingum, so eigur hann at vera rímiliga opin hjá øðrum at gagnnýta, sigur Páll Isholm, og nevnir millum annað góðu karmarnar til tónleik, miðling og leiklist sum nakað, ið almenningurin kann fáa gleði av.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Páll Isholm í Lestrarblaðnum hjá Miðlahúsinum, ið er partur av Vikublaðnum hesaferð og verður borin út til øll húsarhald í landinum.