Løtumyndir úr sera ymiskum bygdum

Í nýggjari fotobók lýsir Ingi Joensen løtumyndir úr Mikladali á Kalsoynni og Kulusuk í Eysturgrønlandi.

Í nýggjari fotobók lýsir Ingi Joensen løtumyndir úr tveimum sera ymiskum bygdum, Mikladali á Kalsoynni og Kulusuk í Eysturgrønlandi.

 

- Hetta eru løtumyndir, sum seta hyggjaran inn í tað huglag, sum júst ta løtuna var til har, sum fotografurin var. Samstundis sum løtan hvørvur, tá fotografurin er farin framvið, verður huglagið verandi í myndunum.

 

Tað sigur Ingi Joensen, fotografur, sum hevur tikið forvitnisligu myndirnar.

 

- Eingi orð vísa vegin inn í myndirnar ella hjálpa til nakra ávísa fatan. Allar myndirnar standa einsamallar og siga sína egnu søgu ella kveikja eitthvørt hugskotið í høvdinum á hyggjaranum.

 

Ingi Joensen sigur, at helvtin av myndunum eru úr Kulusuk, sum er ein lítil bygd í Eysturgrønlandi, har hann var staddur í eina viku. Hinar eru úr Mikladali.

 

- Allar 28 fotomyndirnar eru eitt slag av streetfoto, har fotografurin ansar og merkir gerandisdagin og í einum brøkparti av einum sekundi flytir gerandisdagin inn í fototólið, sigur hann.