Ein trupulleiki, sum er kendur um allan heim, eisini í Føroyum.
1 av 10 kvinnum liva í ekstremum fátækradømi - og tær eru nógv fátækari enn menn. Um dagarnar frættu vit, at føroyskar kvinnur tjena 34% minni enn menn - hóast vit eru millum virknastu kvinnur í heiminum!
Vit hava úr at gera - politiski myndugleikin, vinnan, felagsskapir og øll onnur fyri at tryggja kvinnum fíggjarliga javnstøðu og eisini vald og ávirkan.
##med2##
Tí fegnist eg um, at tað er lukkast okkum at savna ALLAR tingkvinnurnar á hesi ráðstevnu. Tvørturum flokkar og áskoðanir, eru vit samdar um at vilja fremja javnstøðu í Føroyum.
Mín vón er, at vit við allari tí vitan og íblástri vit fáa á ráðstevnuni, kunnu røkka ítøkiligum málum, men eisini at samstarvi okkara millum fer at forplanta seg í politisku skipanini yvirhøvur.
“Womens rights are human rights”, sum Antonio Guterres segði fyri løtu síðani, tá hann setti ráðstevnuna.
Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi