Tá eitt álvarsligt óhapp hendir, hevur tað stóran týdning at kanna, hví óhappið hendi. Tað staðfestir Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin Nú hevur hon biðið Jørgen Niclasen, landsstýrismann í ferðslumálum um at greiða frá um nøkur ætlan er um at seta eina skaðanevnd á stovn. Tað, Rósa Samuelsen hugsar um, er at fáa eina skaðanevnd sum skal kanna álvarslig ferðsluóhapp, og ferðsluvanlukkur út í æsir.
– Tá ið eitt álvarsligt óhapp hendir, er tað týdningarmikið at kanna, hvat tað var, sum fór fram, og hví tað hendi. Endamálið við kanningararbeiðnum er, at vit skulu læra av tí, ið er farið fram fyri at fyribyrgja óhappum í framtíðini.
Rósa Samuelsen vísir á, at í Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur, at tað er neyðugt er at seta eina skaðanevnd á stovn sum skal gera eina nágreinilig frágreiðing, tá ið álvarslig óhapp, og álvarsligar vanlukkur, henda.
Ein slík skaðanevnd hevur leingi staðið ovarliga á ynskilistanum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og á minningardegi teirra deyðu í ferðsluni í fjør varð aftur víst á tørvin á eini skaðanevnd.
Rósa Samuelsen vísir á, at vit hava skaðanevndir í øðrum sambandi. Skaðanevndir kanna arbeiðsóhapp á landi og tá ið óhapp og vanlukkur henda á sjónum. Ráðið fyri Ferðslutrygd meinar, at vit eisini skulu hava eina slíka skaðanevnd tá ið álvarslig ferðsluóhapp henda.
Í hesum sambandi vil Rósa Samuelsen eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, um ætlanin er at taka nøkur stig fyri at bøta um ferðslutrygdina, eitt nú at forða fyri, at seyður sleppur á vegin.