- Eg haldi, at tað er skeivt, at Løgtingið ásetur, hvussu føroyska stavraðið skal vera.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Hann heldur eisini, at tað vildi verið skeivt av honum, sum landsstýrismanni, at tikið støðu til, hvussu stavraðið skal vera.
Tað sigur hann í Løgtinginum, nú uppskotið frá Hendrik Old, tingmanni er til viðgerar.
Hendrik Old hevur skotið upp, at stavirnir c q w x z, eisini skuldu hava innivist í føroyska stavraðnum.
Tað er ímóti meirilutanum í málráðnum, sum ikki hevur hesar stavir við.
Uppskotið hjá Hendrik Old hevur verið umstrítt. Nøkur taka undir við honum, men onnur halda, at eitt føroyskt stavrað er ikki ein politiskur spurningur og at Løgtingið skal halda fingrnarnar langt vekk.
Bjørn Kalsø er ein av teimum sum heldur, at hetta er ikki eitt mál, sum skal avgerast politiskt
Tó harmast hann um, at tað ikki eydnaðist málráðnum at finna eina semju.
Hinvegin sær hann fyri sær, at fer Løgtingið at taka støðu til uppskotið hjá Hendrik Old, kann talan verða um, at tað fer at vera afturvendandi uppskot á tingi at áseta stavrað.
|










