Kristian Dahl, átaksleiðari hjá løgregluni í leitingini, sum hevur verið eftir 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen, sigur, at tað var ein maður í Oyndarfirði, sum legði til merkis, at oljublettur var á sjónum úti fyri gamla pierinum í bygdini.
- Tá málið varð kannað nærri, vísti tað seg, at hetta var bilurin hjá Klæmint Eli, sum hevur verið eftirlýstur síðan mikukvøldið klokkan 18.
Hann sigur, at saknaði maðurin eisini varð funnin deyður í bilinum.
- Vit vita ikki, hvat er hent, og hví bilur og maður eru farin út av pierinum, men nú verða kanningar gjørdar fyri at vita, um tær kunnu greiða málið, sigur Kristian Dahl.
Tað var ein alibátur við krana, sum fekk hálað bilin inn í bátahavnina í Oyndarfirði, har kranabilur tók hann upp klokkan gott 15 í dag.
In.fo var í Oyndarfirði, nú syndarligi tilburðurin er vorðin staðfestur, og 48 ára gamli, Klæmint Eli Poulsen, er funnin deyður.
Løgreglan hevur ongan hóming av, hvussu Klæmint Eli Poulsen er endaður á sjónum í Oyndarfirði.
Hann hevur verið eftirlýstur síðani mikukvøldið og í morgun varð stór, skipað leiting sett í verk.
Les eisini: Hava funnið líkið at Klæmint Eli Poulsen
Trýst á pílin undir myndina og lurta eftir tíðindunum á Rás2 klokkan 15, har Kristian Dahl greiðir frá.
|









