Løgreglan váttar: Tað er Mia sum er funnin deyð

Í morgun váttar danska løgreglan í tíðindaskrivi, at líkið - ella partar av líki - sum eru funnir í Dronninglund Storskov, eru av Miu Skadhauge Stevn, sum hvarv seinasta sunnumorgun í Aalborg.

Nú kanningarnar hjá rættarlæknum eru lidnar, váttar løgreglan í Norðurjútlandi í morgun, at tað er Mia Skadhauge Stevn, sum er funnin deyð í Dronninglund Storskov.

 

Tað var seint hósdagin, at varaleiðarin hjá løgregluni í Norðurjútlandi, Frank Olsen, segði, at løgreglan hevði funnið partar av einum líki, sum tey roknaðu við var 22 ára gamla gentan.

 

Í einum tíðindaskrivi í morgun sigur løgreglan, at endaligu kanningarnar hjá rættarlæknunum nú eru lidnar, og eingin ivi er longur um, at hetta er Mia Skadhauge Stevn.

 

Hetta merkir tó ikki, at leitingararbeiðið hjá løgregluni er liðugt. Varaleiðarin í Norðurjútlandi sigur, at hetta arbeiðið helst verður liðugt í dag.

 

- Vit leita framvegis í Dronninglund Storskov, men vit vænta at verða liðug seint í dag. Tí fara fólk framvegis at síggja løgreglu, bæði her í økinum og aðrastaðni, sigur hann.

 

Sambært tíðindaskrivinum hava tey avvarðandi fingið boð um úrslitið av rættarlæknakanningunum. Løgreglan leggur aftrat, at tey í løtuni ikki hava fleiri viðmerkingar til málið um Miu Skadhauge Stevn.

 

Tveir 36 ára gamlir menn eru skuldsettir fyri drápið av hinu 22 ára gomlu. Annar er varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur, og hin er leyslatin, men framvegis skuldsettur fyri dráp.

 

Sambært donskum miðlum noktaðu báðir seg sekar í rættinum, tá teir vóru til grundlógaravhoyringar hósdagin.