Í desember hava verið nógvir dagar og nógvar nætur við hálku. Tað frystir og tiðnar, og stundum verða bæði vegir og gonguteigar sum á kalvabaki.
- Nú seinnapartin í dag hava vit fingið fleiri fráboðanir um, at tað er sum á kalvabaki í Havn, og tað frættist eisini um hálku aðrastaðni um landið.
Vaktleiðarin sigur, at løgreglan tískil heitir á bæði bilførarar og fólk, sum eru til gongu, um at vera sera varin, nú tað frystir á vegum og gonguteigum.
- Hetta er tíðin út á seinnapartin, tá ofta er nógv ferðsla, og tí heita vit á bilførarar og gongufólk um at taka serlig atlit og ansa sær í hálkuni.