Løgreglan skrivaði yvir 60 suðuroyingar upp

Í farnu viku var løgreglan á ferð í Suðuroy

Í farnu viku vóru løgreglufólk úr Havn í Suðuroy og gjørdu ferðslukanningar. Tey vóru her frá mikudag til fríggjadag og løgreglan sigur, at hesar dagarnir hava tey steðgað einum stórum tali á bilum. Og støðan var ikki so góð sum ynskilig, tí yvir 60 bilførarar vórðu skrivaðir upp, tí har var ymiskt, sum ikki var eftir forskriftunum.

 

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi kannaðu tey eisini ferðsluna við onkrar skúlar, tá ið børnini vórðu koyrd í skúla um morgunin. Endamálið við tí var at vita um børnini sótu í trygdarbelti og annars brúktu ta trygdarútgerð, tey skulu brúka eftir aldrinum.

 

Løgreglan sigur, at ío hesum sambandi var støðan heilt góð. Tað vóru heldur ikki nógv, sum vórðu tikin fyri at koyra ov skjótt. Nógv teir flestu bilførararnir vórðu skrivaðir upp, tí at bilarnir ikki vóru í tí standi, sum teir skulu vera í. Løgreglan sigur, at talan var um heilt nógvar lyktafeilir, niðurslitin dekk og onnur viðurskifti á sjálvum bilunum, sum ikki vóru sum tey skuldu.