Vaktleiðarin á løgreglustøðini hevði ikki tær stóru søgurnar at siga í morgun, men okkurt smávegis var.
- Beint eftir klokkan 08 í gjár fingu vit eina fráboðan um, at nakrir leysir seyðir gingu við tunnilsmunnan til Eysturoyartunnilin á Hvítanesi.
Aktingarmaðurin fekk boð um at hyggja upp á hetta.
Stutt fyri miðdag í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt rør í einum rulluportri í Kollfjarðadali ikki var losnað eitt sindur úr festinum.
- Viðkomandi, sum boðaði frá, helt, at rørið kanska serliga kundi verið vandamikið fyri motorsúklur og akfør á tveimum hjólum.
Hesum tók Landsverk sær av.
Í gjár fekk løgreglan eisini boð um eitt lítið ferðsluóhapp á parkeringsplássinum millum SMS og Politistøðina.
- Hetta var ein hending, sum fór fram fríggjadagin. Ein bilur hevði borið við annan bil, sum stóð parkeraður.
Løgreglan fekk hesa fráboðan í gjár, og nú er funnið fram til eigaran á bilinum, sum varð árendur, og bilførararnir hava tosað saman.
Einarferð í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at vegurin, har nýggi tunnilin Norður um Fjall fer inn norðan fyri Klaksvík, var rættiliga skitin.
Eisini her fór Landsverk á staðið.
At enda fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein ljós grá ær lá yvirkoyrd á einum vegastrekki í Norðurstreymoy.
- Tann, sum hevði koyrt á ærina, hevði ikki sagt frá, og her fekk røktingarmaðurin boð um hendingina, visti vaktleiðarin at siga í morgun.