Løgreglan bardust við mann við løddari byrsu

Tað var rættiliga dramatiskt tá ið løgreglan var eftir einum manni í Vágum í gjár

Tað var rættiliga dramatiskt, táið løgreglan handtók ein mann vesturi í Vágum í gjár.

 

Á miðdegi fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður koyrdi runt í Vágum við kenning og Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at løgreglan fór eftir manninum.

 

Tað tók einar tveir tímar at finna hann, men tá fór hann at koyra undan løgregluni. Løgreglan jagstraði hann til hann at henda koyrdi seg fastan á einum uppdyrkingarvegi.

 

Tá ið løgreglan fór eftir manninum, fór hann úr bilinum. Jón Klein Olsen sigur, at hann var sjónliga ávirkaður. Men tað óvæntaða hendi, at hann fór yvir í vegjaðarin, har hann tók eina høglbyrsu upp løddi hana.

Tað eydnaðist løgregluni at leggja á hann og berja hann niður, áðrenn nakar skaði hendi og áðrenn nakað skot varð loyst av.

Jón Klein Olsen sigur, at tað var ein rættiliga dramatisk handtøka.

 

Maðurin, sum fyrr hevur verið í hóslag við løgregluna í sambandi við hóttanir og harðskap, varð førdur til Havnar, har hann hevur verið í varðhaldi í nátt.

Hann er til avhoyringar og eitt, løgreglan er áhugað í at fáa hann at greiða frá, er hví byrsan lág við vegjaðaran.

Maðurin verður førdur fyri rættin í dag, har løgreglan fer at biðja um at fáa hann varðhaldsfongslaðan ímeðan málið verður kannað.