Løgreglan: - Alt gekk væl á ovastevnu

Løgreglan hevur verið væl mannað í Nólsoy, har nógv fólk var á ovastevnu, men her gekk alt upp á stás

 

Ovastevna savnar nógv fólk í einum lutfalsliga lítlum umhvørvi, sum Nólsoy er.

 

- Her var rættiliga nógv fólk, gott veður og gott lag á fólki, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Løgreglan var væl mannað í Nólsoy í gjárkvøldið og í nátt.

 

- Vit høvdu eisini politibátin í Nólsoy í gjár, og hann er eisini á veg út aftur nú í morgun, sigur vaktleiðarin.

 

Lagt verður aftrat, at tá so nógv fólk savnast, og onkur hevur leskað sær, kann vera skjótt, at okkurt kegl stingur seg upp.

 

Okkurt smávegis var eisini í Nólsoy í nátt, men alt spældi væl av.

 

- Vit tosaðu við fólk, og alt tørnaði væl út. Vit mugu bara siga, at her gekk alt upp á stás, sigur løgreglan í morgun.

 

Tað eru altíð nógvir bátar á ovastevnu, og soleiðis hevur eisini verið hesaferð.

 

Nú bátarnir loysa, er umráðandi, at bátsførarar eru væl fyri og eru førir fyri at sigla bátarnar. 

 

- Um ivi er, skal sjálvandi bíðast við at loysa, tí eingin siglandi skal taka sær nøkur óráð fyri, sigur vaktleiðarin í morgun.