Tí góðtók hann ikki, at Fólkaflokkurin valdi Jacob Vestergaard sum nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum.
Soleiðis kendi Fólkaflokkurin nú sviðan av, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir løgdu landsstýrissessirnar frá sær fyri at kroysta Anniku Olsen úr løgtinginum 20. desember í fjør, tá málið um sammøður var til aðru viðgerð í Løgtinginum.
Jørgen Niclasen var einasti landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum, sum ikki legði frá sær, og tað hevði við sær, at Annika Olsen slapp at atkvøða, tí at Heðin Zachariassen, sum var triðja varafólkið í tingið bað um farloyvi og lat Anniku Olsen møta í sínum stað.
Tá kom tað týðuliga alment fram, at Fólkaflokkurin koyrdi í tveimum bólkum.
Fólkaflokkurin valdu tí tveir nýggjar landsstýrismenn uttan fyri tingbólkin fyri soleiðis at halda Anniku Olsen uttan fyri Løgtingið.
Nú tá Jørgen Niclasen fall sum landsstýrismaður, tí hann var tikin fyri rúsdrekkakoyring, hevði flokkurin ikki so nógv fólk at velja í, um tað skuldi vera ein úr tingbólkinum.
Sjey tingfólk og sjey møguleikar fóru.
Christian Andreasen kann ikki, tí hann hevur ikki stundir at vera landsstýrismaður fyri sínum privata virksemi sum advokatur.
Jógvan á Lakjuni kann ikki, tí hann er løgtingsformaður. Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen kunnu ikki, tí har eru longu ein úr Klaksvík.
Heðin Zachariasen hevur verið illloyalur, tí hann loyvdi Anniku Olsen í tingið at atkvøða fyri rættindum til samkynd og harvið ímóti Fólkaflokkinum.
Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sleppa ikki, tí løgmaður noktar at seta tey aftur í landsstýrið.
Tí var seinasti og kanska einasti møguleiki Uni Rasmussen.
Fólkaflokkurin hevur nú tríggjar politiskt óroyndar mans í landsstýrinum.