Løgmaður segði ósatt

Tað var løgmaður, sum gjørdi avtaluna við CIP, sigur Hans Gammeltoft-Hansen.

Tað var løgmaður, sum gjørdi sonevndu break-fee avtaluna við CIP. Tað er ein av niðurstøðunum hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra. Tískil metir kanningarstjórin eisini, at løgmaður leyg fyri løgtinginum, tá hann av løgtingsins røðarapalli segði, at hann einki kendi til hesa avtaluna.

 

- Eg havi ikki gjørt nakra avtalu við CIP, eg fari ikki at gera nakra avtalu við CIP, eg kundi ikki droymt um at gjørt eina avtalu við CIP, segði løgmaður á sinni.  Men hann segði ósatt, sigur Hans Gammeltoft-Hansen.

 

- Í veruleikanum var tað løgmaður, sum gjørdi avtaluna. Í samrøðu undir fýra eygum við Rúna Bro Róin frá CIP og seinni á fundi við umboð fyri CIP og innlendismálaráðið, var leikluturin hjá løgmanni av slíkum slag, at tað í veruleikanum var hann, sum gjørdi avtaluna, segði Hans Gammeltoft-Hansen í framløgu síni av kanningararbeiðinum.

 

Hans Gammeltoft-Hansen ásannaði, at løgmaður hevði heimild at gera eina slíka avtalu, eins og hann hevði heimild at avlýsa ætlaða fundin, har avtalan um eysturoyartunnilin skuldi undirskrivast.

 

Hans Gammeltoft-Hansen metir tí, at løgmaður hevur borið løgtinginum ósannindi, tá hann noktar fyri at hava nakað við kanningina at gera.

 

Tó, sigur Hans Gammeltoft-Hansen, útsagnirnar hjá løgmanni eru ikki sagdar fyri at dylja yvir nakað lógarbrot, og tí eigur ein revsing ella átala eisini at endurspegla hetta. Hann mælir tí til, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eins og Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, fær eina nøs fyri síni úttalilsi av løgtingsins røðarapalli.