Løgmaður og Aksel geva hvørjum øðrum jólagávu

Hví mundi Aksel V. Johannesen halda, at Løgmaður hevur brúk fyri at fáa ein GPS´ara í jólagávu, og hví gav løgmaður formanninum í Javnaðarflokkinum ein húk?

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður hava verið gestir á Rás2 nú beint upp undir jól. Og eisini teir báðir eru komnir í rætta jólalagið og tí hava teir givið hvørjum øðrum eina jólagávu.

 

Seinastu árini hevur Rás2 bjóðað andstøðuleiðara og samgonguleiðara í rásarúmið at tosa um árið, sum fór, og at geva hvørjum øðrum eina jólagávu.

 

Nú teir báðir vóru gestir á Rás2, tosaðu teir um hvat teir høvdu gjørt øðrvísi í 2013, høvdu teir møguleikan. Og teir fortaldu eisini, hvørjar vónir teir hava fyri tí nýggja árinum.

 

Aksel V. Johannesen gav løgmanni ein GPS'ara í jólagávu, meðan Aksel fekk ein hemarahúk frá Løgmanni. Hoyr hví teir báðir valdu júst hesar gávur, við at trýsta á pílin undir myndini.