30 prosent í lønarhækkan til løgmann og landsstýrisfólk. Tað er úrslitið, eftir at serliga nevndin hevur viðgjørt uppskotið hjá løgmanni um lønar- og eftirlønarviðurskifti landsstýrismanna.
Serliga nevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá løgmanni um at broyta lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum, hevur lagt fram álitið. Málið skal endaliga avgreiðast í dag.
Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Minnilutin eru umboðini hjá samgonguni, og meirilutin eru umboðini hjá andstøðuni. Tí verður tað helst álitið hjá minnilutanum, sum verður samtykt í løgtinginum seinni í dag.
Minnilutin hevur nøkur broytingaruppskot. Eitt nú, at løgmaður og landsstýrismenn ikki fáa ráðharrabil. Hinvegin mæla samgonguumboðini til, at í staðin fyri sera høga og útskeldaða kostnaðarendurgjaldið, sum landsstýrismenn fáa, verður broytt til somu skipan, sum tingfólk fáa. Tað merkir, at landsstýrisfólk, sum búgva uttan fyri Havnina fáa endurgjald fyri flutningskostnað við egnum bil til Strandferðsluna 200 ferðir um árið – og koyripening og tunnilsgjald millum heimstað og Havnina 200 ferðir um árið.
Allir nevndarlimirnir eru samdir um, at »gylta pensjónin«, sum gevur landsstýrismonnum og løgmanni fulla pensjón eftir átta árum, verður tikin av. Í staðin fáa løgmaður og landsstýrisfólk 15 prosent í eftirløn, sum onnur fólk.
Nýggju lønartreytirnar hjá løgmanni og landsstýrisfólki fáa gildi, tá løgtingsval hevur verið.










