Løgmaður átti sjálvur at farið

Tað er eitt persónligt problem hjá løgmanni, sum nú førir Føroyar í val

? Tað sær út sum um at tað er ein persónur, sum følir seg niðurgjørdan, og tá plaga fólk vanliga at taka avleiðingarnar sjálvur og leggja frá sær og peika á ein annan løgmann.

? Hetta er eitt persónligt problem hjá Edmundi Joensen, sum koyrir Føroyar út í eitt val, og tað haldi eg ikki er rætt.

Hetta sigur Jørgin Niclasen, løgtingsmaður Fólkafloksins.

Jørgin Niclasen væntar ikki, at misálit verður reist móti løgmanni.

? Eg haldi ikki at vit skulu gera soleiðis, sum vit hava sæð við Sámali Petur í Grund, at persónar verða gjørdir til martyrar í valstríðnum.

? Landsstýrið fær ikki gjørt annað enn at umsita hesa tíðina, so tað verður helst ikki neyðugt við ein um nýggjum løgmanni. Men tað rætt var, at løgmaður sjálvur tók avleiðingarnar av sínum persónligu trupulleikinum - og legði frá sær