Lodna í Barentshavinum kann fáa stóran týdning

- Nú lodnustovnurin í Barentshavinum byrjar at koma fyri seg aftur, hava vit vónir um at sleppa at fiska eini 4000-6000 tons, sum kunnu fáa stóran týdning fyri raksturin av nótaflotanum, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari

Fiskivinna

 

Nú svartkjaftakvotan er so nógv skerd, og lítil fiskur er at býta ímillum skipini í føroyskum sjógvi, kann allur bati bøta hjá nótaflotanum.

Ein bati, sum nótamenn seta sínar vónir til, er ein komandi lodnukvota í Barentshavinum.

Men tað verður eftir øllum at døma ikki í ár, at ein slík kvota kemur at fáa týdning fyri henda skipabókin.

 

Ikki í ár

Tá samráðingar vóru við russar um sínámillum fiskiveiðirættindi, høvdu føroyskir nótamenn vónir um, at føroyingar longu í ár fóru at fáa lut í lodnukvotuni í Barentshavinum, nú lodnustovnurin eystanfyri byrjar at koma fyri seg aftur.

Men hetta eydnaðist ikki við seinastu samráðingar við russar, og neyvan fer tað at eydnast í avtaluni við norðmenn heldur.

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at tvey tey fyrstu árini, teir høvdu Norðborg, høvdu teir tvey góð fylgjandi ár, har lodnan í Barentshavinum hevði stóran týdning.

- Lodnan varð fryst til matna, og vit høvdu japanesar umborð at leggja okkum lag á. Skjótt minkaði lodnustovnurin burtur í einki, og fiskiskapurin helt uppat.

Hann vísir á, at eingin lodna av týdningi er fiskað í Barentshavinum seinastu árini, men nú er líkt til, at stovnurin er komin hampiliga væl fyri seg aftur.

- Nú er veiðan so tikin uppaftur, og vit vóna, at vit sum frá líður fara at fáa lut í kvotuni.

Kristian Martin vísir á, at tá samráðingar vóru við russar fyrr í vetur, høvdu nótamenn vónir um at fáa eini 4000-6000 tons í okkara part.

- Hetta eydnaðist ikki hesaferð, men vit hava vónir um, at vit til samráðingarnar næstu ferð fara at fáa lut í kvotuni, leggur hann aftrat.

Reiðarin sigur, at ein lodnukvota í Barentshavinum kundi havt stóran týdning fyri eitt nótaskip sum nýggju Norðborg, sum kemur til várs.

 

Lodna í Íslandi

Í íslendskum sjógvi eiga føroysku nótaskipini 5% av heildarkvotuni – ella í mesta lagi upp til 30.000 tons av kvotuni.

Íslendskir myndugleikar hava verið trekir at latið føroysk skip frysta lodnuna umborð, serliga í tíðarskeiðinum rundan um 20. februar, tá teirra egnu skip í einum stuttum tíðarskeiði plaga at veiða rognalodnu til japanska marknaðin.

- Men hetta sleppa vit nú, og í fjør gjørdu vit ein túr um hetta mundið. Vit fingu 800 tons, sum góvu millum 6-7 krónur fyri kilo. Tað gekk ikki heilt, sum vit vildu, men hampiligt kortini.

Meðan onnur føroysk nótaskip hava landað lodnu til frystingar í Íslandi, frystir Norðborg lodnuna umborð.

Kristian Martin Rasmussen sigur seg vóna, at landsins myndugleikar fara at hugsa um tey feløg, sum hava gjørt stórar íløgur í pelagisku vinnuna, tá teir fara at býta restina av svartkjaftakvotuni út til skipini.