Fríggjadagin skipaði Sands kommuna fyri starvsfólkadegi. Byrjað varð í kommununi við morgunmati. Siðan tók upplivingarfyritøkan NAX yvir, og her varð skipað fyri ymiskum samstarvsmennandi aktivitetum.
Eftir hetta varð farið út í Koltur viđ skjóttgangandi bátum, har Bjørn Patursson greiddi frá søguligum hendingum í Koltri.
Klokkan 16 kom Sildberin eftir øllum luttakarunum í Koltri og sigldi tey heimaftur til Sands - vestan fyri vøkru og stórslignu Sandoynna.
Veðrið var fram úr gott fríggjadagin og starvsfólkadagurin hjá Sands kommunu, sum eydnaðist til fulnar, endaði við einum góðum bita í Skálavík.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at starvsfólkadagurin er ein liður í arbeiðnum hjá kommununi at samansjóða fakbólkarnar, sum eru knýttir at kommununi.
- Endamálið er at menna samanhaldið og at fáa starvsfólk kommununar at lyfta kommunalu uppgávurnar í felag, sigur borgarstjórin.










