Síðan 1995 hevur Røskva Bjørgfinsdóttir búð í Noregi, og fríggjadagin var hon ein tur í býnum í Oslo.
- Eg var stødd einar 200 metrar frá økinum, har bumban brast, men eg visti ikki hvat hendi. Øll jørðin skalv undir mær, sigur Røskva.
Beinanvegin varð alt økiå stongt av. Politi var allastaðni, og hon rondi at spyrja politistarnar, hvat var hent, men eingin vildi svara.
- So fekk eg fleiri sms frá vinum, sum spurdu, um eg hevði tað gott.
Ikki fyrr enn Røskva kom heim og hoyrdi tíðindi, var hon greið yvir, hvussu nær hon hevði verið við, har sorgarleikurin fór fram.
- Tað kennist so løgið og óveruligt at slíkt henda her. Fleiri fólk búðu eisini har, og tey máttu flytast burtur.
Tað er ógvuliga friðarligt nú í Oslo, og Røskva hevur ta fatan, at fólk eru farin at tosa saman. Tey standa meira saman í felags sorgini.
Røskva er stórliga bangin fyri eini gentu, sum hon hevur arbeitt saman við í einum blómuhandli. Hendan gentan var á Utøy, og Røskva hevur ikki fingið at vita, um gentan er á lívi.