Ein ógvuslig spreinging var á Hústoft í Lamba í gjárkvøldið. Fleiri íbúgvar á Skálafjørðinum gjørdu í gjárkvøldið vart við sína ónøgd um hørðu spreingingina, sum hoyrdist í skýmingini stutt undan klokkan seks í gjárkvøldið.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu sigur, at hann sat á fundi í skúlanum á Skála og har kendist, sum øll bygdin skalv. Frá fleiri bygdum við fjørðin siga fólk frá, at tey bæði hoyrdu og merktu spreinginina.
Davina Lamhauge var ein teirra, sum hoyrdi og merkti brestin.
- Tað loypti øgiligan hvøkk á okkum. Vit búgv nærindis Hústoft, so vit eru von við skot, tað er partur av gerandisdegnum, men hetta var ikki ein vanligur brestur, sigur hon.
Hon sigur, at fleiri fólk hava vent sær til hennara og sagt, at tey eisini merktu brestin.
- Tað var ein øgiligur skelkur og setti eisini sín dám á restina á kvøldinum. Vit blivu hjartkipt. Vit sótu í ekka og hugsaði, um tað mundi koma ein brestur afturat ella hvussu, sigur hon.
Davina Lamhauge heldur ikki, at hetta er í lagi.
- Hetta hoyrir ikki heima nakrastaðni, at tað verður sprongt so hart. Eg vænti tó, at okkurt ikki hevur gingið eftir ætlan, tí vanliga eru brestirnir ikki so hvøllir. Nú spreingja teir heilt uppi á eggini, tað kann eisini vera ein orsøk, men tað er eingin ivi um, at sum í gjárkvøldið eigur tað ikki at vera. Bæði hús og fólk ristust, sigur hon.
Hon hevur tó ikki hoyrt um nakran skaða.
- Hetta er átaluvert, soleiðis ger man bara ikki. Sjálvandi skulu teir sleppa at skjóta, men slík hørð skot eru ikki í ordan. Hatta var ekstremt, sigur Davina Lamhauge.










