Ljósmyndamaður framsýning

Framsýning

Fotoframsýningin Hetjur já Spess úr Íslandi letur upp leygardagin tan 4. maj. Hetjurnar hjá ljósmyndamanninum Spessa eru tilkomnir íslendskir sjómenn og heimagangandi húsmøður frá heimbýi hansara, Ísafjørður.
Spessi sýndi fram myndarøðina Hetjur, myndir av monnum, fyrstu ferð í 1996 og av konum í 1998. Árið eftir vóru myndirnar sýndar fram í Finlandi, og partar av henni hava verið sýndar við úrvali av norðurlendskum samtíðarljósmyndum í USA.
Hugskotið til myndirnar kom tá Spessi varð biðin um at gera postkort fyri bygdasavnið í Ísafirði. Hann gjørdi av at taka myndir av monnum, fráfarnum sjómonnum ? monnum, ið hava gjørt sær nógvar og drúgvar lívsroyndir. Stjórin á bygdasavninum varð so hugtikin av myndunum, at tær vórðu sýndar fram í salinum í bygdasavninum, men postkort vórðu ongantíð gjørd. í framhaldi av røðini, tók hann myndir av konum í Ísafirði.
Spessi, SigurÞór Hallbjörnsson, er føddur á Ísafirðinum í 1956. Hann hevur lisið til ljósmyndamann á Akademi voor Beeldende Kunst í Hollandi, og verk hansara hava verið sýnd á mongum einstaklinga- og felagssýningum í Íslandi, Svøríki, Finlandi, Onglandi, Hollandi og Amerika. Nú í apríl hevði hann eina einstaklinga framsýning í Roebling Hall Gallery í New York, har verk hansara hava verið sýnd fram tríggjar ferðir seinastu tvey árini. Harumframt eru myndir hjá Spessa regluliga at síggja í ymiskum tíðarritum.
Framsýningin er í Norðurlandahúsinum, og er opin til og við 31. maj 2002.