Borðoy: - Fara tey bæði bergholini á Borðoynni at kunna slúka alla ta øktu ferðsluna, tá Norðoyatunnilin letur upp?
Og ikki minst, hvussu skal ferðslan skipast í øllum Norðoyggjum í framtíðini?
Hetta eru spurningar, sum nógv fólk í Norðoyggjum seta sær í dag. Og helst er tað so, at sama tal av svarum man vera til allar hesar spurningarnar.
Í annaðkvøld verður roynt at svara nøkrum av hesum spurningum, tá pallborðsfundurin við heitinum "Fyri og eftir Norðoyatunnilin" er á skránni í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Men ein annar av teimum, sum hevur ella hevði ætlanir um at geva sítt boð til henda spurningin er Hvannasunds kommuna.
Væntandi er, at rættiliga nógv ferðsla fer at verða gjøgnum bygdirnar í kommununi um stutta tíð. Spurningurin var, hvussu ein kundi skipa hesa sum best.
Hóast kommunan er lítil, so hevði bygdaráðið í øllum førum gjørt sær sínar hugsanir um hetta mál. Tey sendu eitt ítøkiligt uppskot til eina loysn, men uppskotið fekk onga undirtøku.
Vit duga at síggja, at tunlarnir á Borðoynni megna ikki alla hesa øktu ferðsluna. Vandi er bara fyri, at proppar fara at koma í.
Hetta vita vit av royndum tá grind er her hjá okkum. Og tí er ikki óhugsandi, at sama skilið verður tá allir teir fremmandu bilarnir fara at koyra hendavegin, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu við Sosialin.
Ferðsluproppar
Í Hvannasunds kommunu síggja tey greitt, hvørja ávirkan ið Norðoyatunnilin fer at fáa fyri hetta norðasta økið í landinum.
Hetta álvarsmálið mátti takast upp til viðgerðar, og varð gjørt á fundi fyri sløkum ári síðani.
Úrslitið av hesum var, at kommunan sendi snøgt sagt eitt uppskot til Landsverk um, hvussu ferðslan kundi skipast í Borðoyatunlunum t.v.s. teimum sum verða nevndir Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin.
Í hesum uppskoti leggur kommunan upp til, at Landsverk ger okkurt við ferðslutrygdina gjøgnum báðar tunlarnar. Tí, sum teir siga, tað kemur ofta fyri, at ferðsluproppur er í tunlunum.
Ljósregulering
Í skrivinum, sum er dagfest 18. mai 2005 verður m.a. sagt, at sum støðan er í dag er nógv ferðsla gjøgnum tunlarnar, - og um summarið uppaftur meiri.
Okkara uppskot er tí, at fáa tunlarnar ljósreguleraðar, soleiðis at teir verða einsrættaðir, er ítøkiliga uppskotið frá kommununi.
Kommunan legði í brævinum somuleiðis dent á, at neyðugt var við skjótari avgerð, og ikki minst, at henda skipanin mátti royndarkoyrast áðrenn Norðoyatunnilin lat upp.
Kannast nærri
Hóast uppskotið var einfalt og greitt, so fekk kommunan ikki undirtøku frá Landsverki til ætlanina.
Víst varð á, at tað ikki lá nøkur ætlan um at gera ljósregulgering fyri tunlarnar, men at teir fóru at kanna møguleikan fyri um hetta kundi gerast.
Vísir hetta seg at gerast neyðugt, skulu vit sovítt gjørligt gera tær reguleringar sum eru neyðugar, segði Landsverk í svari sínum.
Hóast nógvir mánaðir eru farnir síðani og nú eru bert fáir mánaðir eftir til Norðoyatunnilin letur upp, so er einki hent á hesum økinum.
FAKTA
Ferðsluóhapp í tunlum
Eitt yvirlit yvir ferðsluóhapp við fólkaskaðum á føroysku vegunum. Her verða bara tikin við ferðsluóhappini í tunlunum.
Har einki árstal er nevnt, hevur einki ferðsluóhapp við fólkaskaða verið í nøkrum tunli:
1990: 2 (Norðskálatunnilin og Kunoyartunnilin)
1992: 3 (Kollfjarðartunnilin, Leirvíkartunnilin og Hvannasundstunnilin)
1994: 1 (Norðskálatunnilin)
1995: 1 (Hvannasundstunnilin)
1996: 2 (Kollfjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin)
1997: 1 (Kollfjarðartunnilinn)
1998: 2 (Sumbiartunnilin og Kollfjarðartunnilinn)
1999: 1 (Leynatunnilin)
2001: 1 (Kollfjarðartunnilinn)
2002: 2 (Norðskálatunnilin og Leirvíkartunnilin)
2005: 3 (Leynatunnilin, Norðskálatunnilin og Árnafjarðartunnilin)
Kelda: Landsverk
FAKTA
Økt ferðsla gjøgnum Hvannasund
Sambært einum yvirliti frá Landsverki um ferðsluna norðanvert Hvannasundstunnilin, so vísir henda eina greiða øking í ferðsluni tey seinastu árini.
Í 2000 koyrdu 728 bilar í miðal eftir hesum vegastrekkinum um dagin, meðan talið í 2004 var hækkað heilt upp í 916.
Greitt er, at í ár verður hetta talið nógvar ferðir størri!