Klokkan 18 í sunnukvøldið skipaði Kirkjukórið Ljómur fyri árligu Allahalgannakonsertini, sum hevur verið afturvendandi tiltak síðani 1940.
Skráin var fjølbroytt. Ljómur sang og eisini vóru fleiri kórlimir solistar. Hesir hava verið á sangskeiði hjá Súsonnu Brattaberg. Tey sungu klassisk verk eftir t.d. Mozart, Schumann, Bartholdy og Beethoven.
Solistar vóru Karin Brattaberg, Arnóra B. Petersen, Tóra Vestergaard, Kristian Holbæk og Sigmundur Olsen. Eisini framførdu Beinta, Essan, Henning og Susanna verk hjá Schumann
Umframt sálmasang frá kórinum, var eisini felagssangur. Mikkalina Tausen leikti tvørfloytu, meðan Anki Dýrdarklett Hansen hevði klaverfylgispæl, og skúlanæmingar úr Vágs Skúla sungu og spældu eisini.
Patrick de Neergaard, prestur, segði nøkur orð, og sum vanligt er, verður konsertin skipað við offurgongd og tá syngur kór og kirkjufólk “Nú Hvítna Tindar”, sum Robert Joensen setti føroysk orð til og gjørdi hann hetta á sinni í samband við framførslu hjá Ljómi.
Jens Mortan Mortensen stjórnaði Ljómi og Niels Nolsøe hevði urgu- og klaverfylgispæl.
Vágs Kirkja var fullsett og teir tveir tímarnir runnu skjótt. Eftir konsertina hevði Ljómur opið hús fyri luttakarum og áhoyrarum í nýkeyptu húsum sínum, ið eru beint vestanfyri kirkjuna










