Ljóðbrot: Vilja vísa á aðrar mentanir við filmi

- Vit vilja skína ljós á eina breiða mentan og vísa filmar úr øllum heiminum Føroyar eru eitt innilukkað samfelag og eg havi hug til at broyta hvussu vit hyggja mentan aðrastaðni frá. Ein góður máti er at vísa filmar aðrastaðni frá.


Tað sigur Nadia Abraham, sum er ein av fyriskiparunum av fyrsta minniluta filmsfestivali, sum verður hildin í Føroyum.


Skráin er sett saman við filmum – bæði kendum og minni kendum. Eitt nú verða stórfilmar, sum Tom of Finland, Girl Unbound, Kiki og The Handmaiden sýndir, men eisini hópin av stuttfilmum og meira eksklusivum filmum. Ein røð av útlendskum gestum luttaka, eitt nú leikstjórar, filmfreiðleiðarar og aktivistar, ið luttaka við framløgum og pallborðsorðaskifti.