- Uppboðsølan er fyrsta problemið, men tá anti-trust kemur afturat, tá gerst spinnandi galið. Tey hava enntá gjørt roknistykki fyri okkum í lógini og tað sæst, at verandi aktørar minka eini 20%. Tað førir við sær, at vit kunnu bara hava eitt skip. Tískil mugu vit selja eitt skip í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen.
Hanus Hansen sigur, at hann heldur at lógin straffar tey, ið hava arbeitt væl undir galdandi lóg og nú tá pengar eru komnir inn í vinnuna, nú vilja øll taka so nógvar pengar úr vinnuni sum gjørligt.
- Eg skilji tey í Havn, sum nú vilja hava pengar til sín, men eg skilji ikki politikkarar í norðoyggjum, sum taka undir við hesum uppskotinum, sigur Hanus Hansen.
Hoy samrøðu við Hanus Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.