Tað, ið eg meti hava týdning í hesum føri, er millum annað eitt gott kapitalgrundarlag og ongar langtíðaríløgur, sum hótta okkum.
Tað sigur Súni Schwarts Jacobsen, stjóri í Betri, nú bankin er blivin ovastur í kanning av 64 bankum í danska kongaríknum.
- Vit halda okkum innanfyri tað mørkini, ið Fíggjareftirlitið ásetir og tað hevur millum annað havt við sær, at vit hava eina lága risiko, sigur Súni S. Jacobsen.